Sonur okkara hevur angist

Sonur okkara hevur angist


Okkara sonur, ið er 11 ára gamal, hevur gingið við angist í longri tíð. Byrjaði at leggja tað til merkis, serliga tá í eg skuldi út okkurt vikuskiftið. Tá kom óttin sníkjandi á hann, og gekk hann allatíðina aftaná mær .Spurdi hvar er fór? Nær eg kom heim? Hevur tú t.l.f. við o.a. Skuldi helst hava meg hjá sær allatíðina, sjálvt um pápi hansara var heima.

Óttin fyri at vit sum foreldur skuldi doyggja áðrenn hann, hevur pínt hann nógv. Nógvir spurningar...Síggjast vit aftur í himmiríkið? Hvussu finni eg teg aftur har uppi mamma? Ja, tað eru nógvir spurningar. Ikki er altíð líka lætt at svara øllum, ið ein verður spurdur um.

Eitt summar skuldi sonur okkara við klassanum á seturskúla. Tá kom tann stóri trupulleikin, tí tá var eingin mamma ella pápi við. Tað bleiv tosað nógv aftur og framm, bæði okkara millum og við flokslæraran. Hann vildi helst ikki fara, sjálvt um tað var landfast, og vit lovaðu at koma eftir honum, um tað bleiv nakar trupulleiki.

Tá var tað, at hann sá eina sending í Svf um eina 10 ára gamla gentu, ið hevði angist. Knappiliga sigur hann við meg, "Mamma, hon hevur tað næstan líka sum eg". Tá bleiv eg rættiliga skelkað, tí eg helt ikki at tað var so ringt.

Vit tosaðu síðani um, at tað kanska kundi verið ein møguleiki at prøva at ringja til Bjørghild, og tað var hann við uppá beinanvegin. Sigast skal, at eg hevði eisini tosað við læknan hjá okkum, men hon helt at tað fór nokk at ganga yvur av sær sjálvum.

Men eg helt ikki at vit kundu bíða, so eg ringdi til Bjørghild. Tað var ikki lætt at siga frá um óttan hjá soninum, men har skuldi eg verða sterk. Vit fóru øll trý til tað fyrstu samrøðuna við Bjørghild. Sonurin føldi seg skjótt tryggan við hana, og hon fortaldi hvussu T.F.T viðgerðin gekk fyri seg.

Eg má siga, at eg var ógvuliga rørd av at hoyra hvussu hann greiddi frá sínum ótta. Nógv var tosað um, at hann skuldi á seturskúla, og hvørji amboð hann skuldi brúka tá óttin kom á hann. Tað var heilt einastandi hvat í tað hjálpti honum nógv. Hann fór síðani til Bjørghild sjálvur, og tað gekk av tí allarbesta. Eisini fór hann á seturskúla, og tað hevði ikki verið um hann ikki hevði fingið amboð frá Bjørghild at arbeiða við.

Eisini havi eg verið úti nøkur vikuskiftir, og tað hevur ikki verið nakar trupulleiki.
Hann hevur tað so ótrúliga nógv betri, og tá óttin kemur á hann (ógvulig sjálvdan), ja, so hava vit fingið nøkur amboð at arbeiða við, og tað hjálpir beinanvegin.

Vildi yngst, at vit vóru farin fyri langari tíð síðani. Ofta hava vit lyndið til at bíða, tí vit væntaðu at tað fór at ganga yvur av sær sjálvum.

Vit eru sera takksom fyri tað hjálp Bjørghild hevur givið okkum:)


SKRIVA TIL MÍN