Selektiv mutisma

Selektiv mutisma


Eg vil so fegin fortelja øðrum, hvussu okkara dóttir fekk hjálp.

Dóttir okkara hevur gingið á sama dagstovni, síðani eg byrjaði aftur at arbeiða. Tá var hon 1 ára gomul. Hon hevur altíð verið ein púra vanlig, vælment genta, sum hevur trivist væl á dagstovninum.

Í 2010 byrjaði hon á nýggjari stovu, miðlingastovu. Hon stórtreivst og vit hildu væl standa til. Nakrar mánaðir seinni fingu vit til foreldraviðtalu at vita, at dóttir okkara ikki segði eitt orð við tey vaksnu. Hon tosaði við børnini, men mælti ikki eitt tað einasta orð við tey vaksnu. Tey hoyrdu væl, at hon hevði eitt vælment mál, men tær fingu hana ikki á nakran hátt at siga nakað, meðan tær hoyrdu. Tær høvdu ikki møtt hesum fyrr. Vit skiltu einki av hesum. Bleiv sera illa við, tí eg hevði ikki tann minsta varhuga av hesum. Heima tosaði hon við okkum øll uttan nakað.

Ráðførdi meg so við eina vinkonu sum er námsfrøðingur. Hon lurtar og sigur so, at helst er talan um selektiva mutismu. Hevði aldrin hoyrt um hetta áður. Bleiv eitt sindur kløkk, tí hvat var hetta nú fyri nakað, var tað autisma ella hvat? Men eg var fullgreið yvir, at tað var dóttir mín ikki. Hon er púra vanlig, við góðari sosialari kontakt. Hon tosar bara ikki við øll. Tað er júst tað, tað snýr seg um. Selektiv = velja frá og mutisma= vera stillur. Tá vit nú gjørdust meira tilvitað, dugdu vit at síggja, at tað vóru fleiri í familjuni, sum hon ikki tosaði við.

Tað píndi meg, men eisini starvsfólkini á stovuni, sum ikki fingu hjálpt henni. Óansæð hvussu tær royndu, fingu tær hana ikki at tosa. Hon var onkursvegna innilæst í sær sjálvari, tí hon fekk ikki sagt frá. Eitt nú hendi tað meira enn so, at hon bæði pissaði ella kukkaði í buks, tá tey vóru úti í barnagarðinum. Bara tí hon ikki fekk sagt frá, at hon skuldi á wc. Hon fekk heldur ikki sagt frá, um hon var kedd.

Fyrst søktu vit okkum hjálp í tí almenna systeminum. Tey góvu skjótt skarvin yvir og vístu okkum víðari. Eg vildi so fegin hava onkur amboð, so eg kundi hjálpa gentuni. Tað var bara tað, at heima vóru ongir trupulleikar. Eg fór so sjálv at lesa meira um hetta fyribrygdið. Serliga í Noregi, er granskað nakað í hesum. Tá eg nú læs, dugdi eg at síggja, at essensurin í hesum er angist og fobi. Barnið torir bara ikki at tosa, og tí nyttar hvørki at hótta ella nakað annað!

Gjøgnum mítt starv sum sjúkrarøktarfrøðingur, hevði eg hoyrt um, at Bjørghild hevði hjálpt børnum sum høvdu angist ella fobi fyri onkrum. Eg setti meg so í samband við Bjørghild og spurdi, um hon kundi hjálpa dóttrini, sum nú var 4 ára gomul. Hon var so deiliga erlig og segði, at hon kundi einki lova, men vildi gjarna royna, um eg vildi tað.

Vit fara so til fyrstu samrøðu. Dótturin sigur sjálvandi ikki eitt orð við Bjørghild. Bjørghild tosar við hana og bankar á tey støðini hon skal, sum er viðgerðarhátturin í TFT. Tað var so fantastiskt at merkja, hvussu avslappa dótturin gjørdist. Hon var inni hjá eini púra fremmandari konu, men hon var púra avslappað og rólig. Vit avtala so næstu viðtalu ein lítan mánaða seinni. Heima merktu vit ongan mun, tí har vóru eingir trupulleikar. Í barnagarðinum hildu tær seg merkja onkra lítla broyting. Hon segði framvegis einki, men hon var blivin meira ”opin” onkursvegna. Næsta viðtala var í desember mánaða. Dótturin sigur framvegis einki við Bjørghild, men kennir tað eins gott og fyrru ferð. 6 dagar eftir hesa viðtalu hendir tað fantastiska, at hon púra spontant fer at tosa í barnagarðinum. Og øll so glað! Síðani hevur tað bara gingið framá. Hon tosar nú púra frítt við øll. Bæði í barnagarðinum og í øðrum sosialum høpi! Tað er so heilt einastandandi!

Vit hava framvegis einki hoyrt frá tí almenna. Men tað ger einki, tí trupulleikin er loystur! Tað er so heilt fantastiskt, at tað ber til hjálpa hesum børnum við nøkrum sum er so einfalt og óskaðiligt sum tankafeltterapi. Í øllum førum hevur tað hjápt í okkara føri og var hetta eina roynd vert. Havi lisið um, hvussu tey hava hjálpt øðrum børnum. Tað er ein oyðimarkargongd í nógvum førum. Mín vón er, at hesi børn verða sædd og hjálpt og royna vit at fortelja øðrum um okkara sólskinssøgu.

Ein glað mamma :)


SKRIVA TIL MÍN