Ein maður við tunglyndi

Ein maður við tunglyndi


Eg eri ein maður mitt í 40 árunum.

Fyri umleið 10 árum síðan møtti eg «vegginum», og føldi at hettar var endin av mínum aktiva lívi.

Eg hevði havt nógv jørn í eldinum og arbeitt sera nógv í longri tíð, og knappliga bleiv tað bara ov nógv, eg fekk eitt herindi av angist, sum eg helt ongantíð fór at geva seg. Eg vendi mær til lækna, og fekk heiluvág fyri angist. Tað gingu 3 mánaðir áðrenn eg kundi fara til arbeiðis aftur. Aftaná eina tíð royndi eg so at trappa út av heilivágnum, men tað eydnaðist ikki, og mátti eg halda á fram við at taka heiluvág.

Nú fyri hálvum ári síðan vendi tað aftur, og eg føldi at her mátti okkurt gerðast. Fór at leita eftir loysnum á netinum og fann fleiri, men EFT/TFT var nakað sum fangaði meg og eg vildi royna hetta. Fyrst las eg um hettar og royndi sjálvur at fara í gongd. Hetta var ikki nokk, og eg føldi at eg hevði tørv á hjálp, til at finna fram til kjarnuna í mínum trupulleika. Ígjøgnum heimasíðuna hjá Lars Mygind fann eg fram til Bjørghild Djurhuus Tankafeltterapeut, og setti meg í samband við hana. Vit byrjaðu tilgongdina við at tosa gjøgnum skype, fyri síðani at møta til persónliga viðtalu.

Eg merkti hettar neyðugt, tí at Bjørghild setti spurningar sum eg ikki hugsaði um sjálvur. Eg var til 8 viðtalur, onkuntíð føldi eg veruliga mun, men ikki hvørja ferð. Nú havi eg so fingið amboðið at koma víðari sjálvur, og so við og við føldi og føli eg broytingar. Tað tók ikki langa tíð til mótloysi bleiv skift til sjálvsálit sum eg ikki hevði havt í fleiri ár. Har eg hevði útsett og útsett ting sum eg ikki føldi meg føran at fara undir, vildi eg nú bara í gongd við. Áður mátti eg bara blíva liðugur við tað eg gjørdi skjótast møguligt, fyri at fáa tað av vegnum, so eg slapp frá at hugsa um tað meir. Nú er tað ein gleði at verða í gongd við okkurt. Eg royni at koma burturúr ella minka um heilivágin og gongur hettar sera gott. Eg havi ongar trupulleikar sum fyrr, tá eg havi roynt at sleppa av við heilivágin.

Eg kann ikki siga við vissu, hvat tað var sum vit raktu á, tí hjá mær var broytingin ikki sum eitt skot, sum eg havi hoyrt onkran greiða frá, men kom so líðandi.

Eg eri tó vísur í, at um eg ikki hevði fingið hjálp frá Bjørghild hevði eg ikki veri komin á mál.

Eg kann bara siga stóra takk fyri hjálpina og viðmæla øðrum sum koma í slíkar støður at fáa sær hjálp.


SKRIVA TIL MÍN