Dóttir okkara hevur angist

Dóttir okkara hevur angist


Orsøkin til, at vit settu okkum í samband við Bjørghild var, at dóttir okkara hevði fingið angist, bert 10 ára gomul. Tað kom knappuliga á hana, hon gjørdist sera illa fyri, fekk kensluna av at hon doyði, fekk ikki luft, ilt fyri bringuna (hjarta), ilt í høvdið, kvalma o.l. Mest avgerðandi av øllum eyðkennunum var, at hon helt hon fór at doyggja (deyðsangist). Hettar bara vant uppá seg, og nýggj eyðkennir løgdust avtrat, sum tíðin leið.

Vit royndu at fáa hjálp frá lækna og øðrum á almenna økinum, við tí úrslitið, at ongin hjálp var at heinta - “ bíðilistin til viðgerð (t.d sálarfrøðing) fyri børn var so langur”, uml. 2 ár - so fyri at “lætta um byrðuna hjá okkum” fekk hon bjóða heiluvág fyri tunglyndi og andvekur. Hettar vildu vit sum foreldur ikki ganga við til, og vildu tí royna aðrar vegir.

Lærarindan hjá dóttir okkara kendi til viðgerðina hjá Bjørghild - tankefeltterapi - so hon setti seg í samband við Bjørghild - í samráð við okkum - sum beinavegin tók sær tíð til at viðgerða dóttir okkara.

Áðrenn tankefeltterapi hjá Bjørghild, fekk dóttir okkara illa sovið, kendi seg sjúka kropsliga, græt ofta uttan grund, var bangin tað mesta av degnum og tordi ikki at fara nakra staðir - tó tordi hon at ganga í skúla, men kom onkuntíð heim, tí hon hevði ein ringan dag, og ikki kláraði at verða millum onnur fólk. Av tí sama broyttist okkara dagligdagur sera nógv, og gjørdist ógvuliga avmarkaður.

Eftir bert tvær viðgerðir við tankefeltterapi var dóttir okkara so at kallað frísk. Hon broyttist so nógv, og fekk tað so gott, at til triðju viðgerðina gjørdu vit av - í samráð við Bjørghild - at ikki var neyðugt við fleiri viðgerðum. Nú hevði dóttir okkara eisini lært ymisk amboð frá Bjørghild, sum hon kann brúka sjálv, tá hon merkir angistina koma á seg - og hon brúkar tey. Amboðini hjálpa henni so væl, at hon aftur hevur fingið ein dagligdag, uttan avmarkingar, og er so glað og væl fyri, at hon hevur tað enn betri, enn hon hevur havt tað í nógv ár. Men hon ger eisini arbeiði sjálv - tó havi eg eina ella tvær ferðir muga stuðla henni í at brúka amboðini - sum eg eisini havi lært meg, við tí úrsliti, at hon sissaðist aftur og kundi leggja seg at sova, uttan nakað hóvasták.

Eg vil tí mæla øllum foreldrum til, at lurta eftir børnunum og taka tey í álvara, tá tey siga at tey eru bangin (m.a deyðsangist) og ikki geva upp, heldur kannað hvørjir aðrir viðgerðarmøguleikar eru, ttil dømis TFT, sum hjálpti okkara dóttir. Hettar er sera álvarsligt, og kann føra til nógv fleiri trupulleikar í framtíðini, um tað ikki verður viðgjørt í góðari tíð.

Vit fingu lívsglaðu dóttir okkara aftur - tað takka vit Bjørghild fyri :o)


SKRIVA TIL MÍN