15 ára gomul genta við angist

15 ára gomul genta við angist


Fyri einum árið síðani broyttist lívið hjá mær.

Eg havi altíð havt angist fyri at fara til ókend støð. Tá ið eg var yngri, kundi eg illa nokk fara til ommu og abba, uttan at blíva rastleys. Eg kundi aldrin vera við til nakað, m.a. tá ið hinar vinkonurnar svóvu hjá hvørjari aðrari (náttkjólaparty), tá mátti eg altíð umberða meg við onkrum og so sat eg heilt einsamøll meðan hini høvdu tað stuttligt. Tað hevur altíð verið ein plága so langt aftur eg kann minnast, og tað hevur oyðilagt nógv fyri meg. Ein dagin var eg so troytt av at goyma hettar og hevði tað so ringt, at eg fór til heilsufrøðingin á skúlanum hjá mær og bað um hjálp. Hon bað meg fara til eina konu sum hjálpti fólkið við angist trupulleikum, og hetta var Bjørghild. Tað er tað besta eg nakrantíð havi gjørt.

Eg skuldi at ferðast við flokkinum hjá mær nakrir mánaðir seinni, og um Bjørghild ikki hevði hjálpt mær, var eg nokk ikki farin við.

Fyrstu fer eg var hjá Bjørghild, var eg eitt sindur ivasom og helt ikki at tað fór at hjálpa, men tað hjálpti longu fyrstu ferð. Bjørghild hjálpti mær ikki bara við trupulleikanum við at eg ikki kundi fara ókend støð, men hon hjálpti mær eisini við mínum sjálvsálitið. Síðani tá, havi eg brúkt tað, sum hon lærdi meg til nógv. Tá eg skuldi til árligu próvtøkurnar fyrr í summar, ella tá eg eri bangin og/ella ótrygg, tá fekk eg brúkt tey amboðini eg hevði fingið frá Bjørghild. Eg veit sjálv, at tað kan vera ringt at viðganga, at man hevur ein trupulleika, ella man ikki torir at tosa við nakran um tað, men tað er ikki so flóðusligt sum man heldur. Eg vil ráða øllum, sum hava ein trupulleika við onkrum ella hava angist fyri nøkrum, at fara til Bjørghild, tí tað hjálpir. Eg vildi ynskt, at eg visti um tað nakað áðrenn, tí so hevði eg fari beinanvegin.

Eg sleppi ongantíð heilt undan mínum trupulleika, men eg havi lært at stýra tí við TFT og tað sleppur ongantíð at stýra mær aftur. Tað ræður um, at síggja tað í eygunum, sum tú ert beingin fyri. Um tú ikki gert tað, fer tað at forða tær fyri nógvum í lívinum.


SKRIVA TIL MÍN