13 ára gamal drongur við PTSD

13 ára gamal drongur við PTSD


Eg eri ein vanligur 13 ára gamal drongur, sum í dag havi tað gott, saman við vinmonnum og dámi at ganga í skúla, hetta hevur ikki altíð verði so.

Eg vil gjarna fortelja mína søgu, so kanska onkur sum lesur hetta, kann fáa hjálp, um tey hava uppliva líknandi sum eg .

Fyri nøkrum árum síðani, var eg úti fyri ógvusligari hending, eg bleiv ræðuliga akut sjúkur og innlagdur. Eg bleiv beinanvegin skurðviðgjørdur, sum so førdi við sær, at eg var rættiliga sjúkur, og eisini kom nógv annað í vegin, alt í alt long, drúgv og strævin sjúkralega.

Aftaná, at eg var heimkomin, skuldi so mín vanligi gerandisdagur byrja og eg kom so smátt fyri meg aftur kroppsliga.

So hendi tað, aftaná eitt ár ella so, at eg fekk tað ræðuliga ringt, eg bleiv so bangin fyri øllum. Eg tordi ikki at siga tað fyri nøkrum, hvørki foreldrum ella syskjum, tí eg visti ikki hvat feilti mær, fekk hjartabankan, sveittaði og ilt í búkin. Tað var so galið til síðst, at eg tordi ikki í skúla. Tá foreldrini fóru til arbeiðis, fór eg eisini frá húsum, men vendi við aftur løtu seinni, og ofta goymdi eg meg uttanfyri til tey komu heim, og til eg átti at koma úr skúla.

Til síðst bleiv eg uppdagaður, og mátti eg fortelja heima um mína støðu. Foreldrini tosaðu eisini við skúlan, sum vildi gera alt fyri at hjálpa mær, men uttan úrslit.

Síðan vendi mamma sær til Bjørghild Djurhuus, Tankafeltterapeut, um møguliga hjálp. Hon hevði hoyrt at Bjørghild hevði hjálpt nógvum, sum vóru í líknandi støðu sum eg.

Eg var so illa fyri og bangin, at hon mátti koma heim til okkara. Mær dámdi viðgerðina gott, og fekk mót uppá hjálp fyri mín angist. Eg vildi so innarliga hava hjálp, tí angistin stýrdi mín daglig dag.

Rættiliga skjótt fann hon fram til, at mín angist mátti stava frá mínari ógvusligu uppliving av sjúkuni.

Tá eg aðru ferð skuldi viðgerast, gjøgnum gekk hon innleggjana á sjúkrahúsinum við mær, tí tað er umráðandi í viðgerðini, at koma í samband við angistina, blíva bangin og so "banka " fyri tað. Eg merkti rættliga skjótt, at eg føldi at eg bleiv bangin og mitt í øllum svímaði eg. Eg var burtur eina góða løtu, fortaldi mamma mær seinni. Meðan alt hetta hendir, bankar Bjørghild víðari.

Eg bleiv eisini ússaligur og tað merkiliga hendi, eg fekk somu eyðkenni sum tá eg var sjúkur. Eg spýði og fekk krampaherindi eina góða løtu. Aftaná var eg so móður, at eg mátti fara í song.

Eg føldi tað sum um, at eg hevði borið uppá so stóra byrðu, sum eg so "spýði" út, at tað lætnaði onkursvegna. Mamma og pabba siga eisini, at eg segði onki um hvussu eg hevði tað meðan eg var innlagdur, hvørki um eg hevði ilt ella var bangin.

Hóast hesa ógvusligu hending, hevði eg hug at halda áfram við TFT. Næstu ferð, fóru vit ein túr í skúlan, mamma, eg og Bjørghild, eg tordi framvegis ikki inn.

So gingu nakrir dagar og eg fekk meira og meira mót uppá, at at fara í skúla. Í byrjani fylgdi mamma ella babba mær inn í skúlan. Tað góða var eisini, at flokkslærarin visti um mína støðu og hvat eg hevði brúk fyri, so sum at fara avstað, um eg ikki megnaði skúlan.

Síðan er tað bara gingið framá. Eg segði ikki frá hvat eg vildi og tímdi, tað eri eg blivin betur til nú.

Eg havi sovi heima hjá vinmanni, tað tordi eg heldur ikki áðrenn.

Eg eri so glaður fyri at mamma ringdi til Bjørghild, og at hon vísti mær hvussu eg skuldi gera, "banka" tá eg blívi bangin ella fái tað ringt. Tað er gott at duga, um angistin spøkir aftur.


SKRIVA TIL MÍN