TFT

Hvat er TFT?


Tankafelterapi, TFT, stavar frá einum amerikonskum sálarfrøðingi, sum í 1980, kom fram við hesum nýggja terapihátti.
Tankafelterapi er ein teknikkur, sum skjótt kann minka um ella fáa burtur øll sløg av ampa - kensluligum og kropsligum. Somuleiðis kann hesin terapiháttur nýtast til angist og fobitrupulleikar.
TFT hevur ongi hjáarin og kann tí roynast á alt, sum órógvar.
TFT virkar við at stimbra orkuleiðir (meridianir) í kroppinum. Hetta verður gjørt við “banka” lætt við fingrunum á ávís støð í andlitinum og á kroppinum, meðan tú hugsar um títt órógv og/ella tín angist.
Úrslitið er einastandandi og trupulleikarnir svinna í nógvum førum innan stutta tíð.
Tú skalt læra teg at hyggja angistin í eyguni og “eiga” hana sum ein part av tær og ikki brúka orku at renna undan henni.

Vit hava øll kenslur, og er ymiskt hvussu vit liva við okkara kenslum. TFT kann hjálpa tær við tínum kenslum, sum antin binda teg í eitt mynstur ella minka um tína lívsgóðsku og heldur gera teg fríðan og frælsan.

Hesin terapihátturin er soleiðis, at tá ið tú hevur lært at geva tær sjálvum viðgerð, so ert tú tín egni viðgerðari og kann tá betur handfara truplar støður uttan at skula biðja um hjálp frá øðrum.
Royndir uttan úr heimið við fólkum, sum hava trupulleikar av angist, vísa á, at fólk fáa hjálp. 90 % føla ein bata og 76 % sluppu heilt av við trupulleikan. Tú kann lesa meiri um hesa kanning á www.tankefeltterapi.info/dokumentation.

Mínar royndir sum tankafeltterapeutur eru nógvar, bæði til børn og vaksin.
Børnini eru sera skjót at viðgerða, tey duga væl at seta seg í støðuna og taka til sín, og harvið fáa tey skjótt hjálp.
Eg havi viðgjørt børn við ymiskum trupulleikum, so sum: svøvnloysi, selektiv mutisma, PTSD, angist, flogræðsla, sigliræðsla, tora ikki at verða einsamøll inni, tora ikki út, myrkaræðsla og annað.
Við vaksnum havi eg somuleiðis fleiri royndir. Ræðsla er eitt so breitt hugtak, men eg kann nevna sosial angist, próvtøkuræðsla og sigli-flúgviræðsla.

Ymiskt er, hvussu ofta tørvur er á viðgerð, tað er tengt at persóninum og trupulleikanum.

Hevur tú áhuga at frætta nærri, so ring ella send teldupost fyri at fáa eina tíð.

Tú kann eisini lesa meir á: www.tankefeltterapi.info


SKRIVA TIL MÍN