Føroya Besta Arbeiðspláss

Føroya Besta Arbeiðspláss


við sjóneykuni á munnligt og skrivligt samskifti,

trivna, viðurkenning og arbeiðsgleði.

Øll ynskja, at starvast á Føroya besta arbeiðsplássi

Øll ynskja, at trívast har tey eru

Øll ynskja, og elska at fáa viðurkenning

Øll ynskja, at merkja arbeiðsgleði

Trivnaður:

Arbeiðsgevarin setur karmarnar fyri at trívast, tað er upp til hvønn einstakan at velja at fylla karmarnar út. Um nakað skal skapast og mennast er neyðugt at trívast.

Virðiligt samskifti er eisini neyðugt um vit skulu trívast. Munnligt og skrivligt samskifti er á øllum arbeiðsplássum og hevur størri týdning enn vit geva okkum far um. Hvat er neyðugt at hugsað um, um vit ynskja at samskifti skal verða virðiligt? Kroppurin slatrar meiri enn tað vit siga, tónalag, dialekt og skriviháttur eru av alstórum týdningi í øllum okkara samskifti.

Viðurkenning:

Hvat er viðurkenning, og hevur tað týdning á okkara arbeiðsplássi?

Viðurkenning er eins og sólin er fyri planturnar. Vit hava øll tørv á at fáa viðurkenning, og er tað eisini ein gáva at duga at geva viðurkenning.

Munur er á viðurkenning og rós, men kennur tú munin?

Viðurkenning fyri tað eg eri og havi av týdningi fyri arbeiðsplássi, viðførur trivna og arbeiðsgleði.

Arbeiðsgleði:

Kenslan av gleði og nøgdsemi, sum vit sum starvsfólk náa í okkara arbeiði, tengt at, arbeiði og arbeiðspláss nøkta okkara ynski um fakligan íblástur, løn og samstarv við starvsfelagar.

Arbeiðspláss við nøgdum starvsfólkum merkja minnið strongd, minnið sjúkufráveru og virðiligari samskifti. Hvør arbeiðsgevari ynskir sær ikki hetta?

Allir arbeiðsgevarar ynskja at starvsfólkini eru nøgd, glað og trívast.

Allir arbeiðsgevarar ynskja at hava eitt vælumtókt arbeiðspláss.

”Tað er dupult so skjótt at spjaða eina nei-liga umtalu

sum at spjaða eina ja-liga umtalu.”

Vil tú gera nakað munagott fyri teg og tíni starvsfólk? So bjóða teimum til fyrilesturin Føroya Besta Arbeiðspláss.

Hevur hetta tín áhuga ella hevur tú spurningar er tú vælkomin at seta teg í samband við okkum.

www.tvinna.fo

Bjørghild Djurhuus , bjdj@kallnet.fo ella á tlf. 512890

Jóngerð Nielsen, jongerd-nielsen@kallnet.fo ella tlf. 724576


SKRIVA TIL MÍN