Coaching

Coaching


Á várið 2009 byrjaði mín tíð sum lesandi aftur.


Eg lærdi til coach hjá fyritøku, sum eitur www.Grow2.dk.

Hevur tú spurningar viðvíkjandi útbúgvingini, ella ert áhugað/ur í at fáa tíð til coaching, ert tú vælkomin at seta teg í samband við meg. Eg havi eisini royndir í coaching umvegis skype ella telefon.

Coaching er aldargamalt fyribrigdi, sum stavar frá " coachingman" hestaførara, sum við umsorgan og hjálpsemi, fekk hestin at nýta alla sína orku at renna skjótt.

Hendan útbúgvingin setur fokus á viðurkenning, tekur støði í tí eksistensiella hjá Kirkegaard, sum byggir á, at hvørt einstakt menniskja í sær sjálvum, hevur ta orku sum skal til at vera sín egni viðgerði/hjálpari. Hetta er tó ikki altíð so lætt at fáa eyga á hjá sær sjálvum, og er tað her, at coaching ger tann stóra munin við ávísum og nágreiniligum spurningum, sum fær teg at hugsa um loysnir og møguleikar.

  • Coach er framtíðarrættað og í núinum, ikki í fortíðini.
  • Coaching hjálpir tær at taka støðu í verandi løtu og seta tær mál fyri framtíðina.
  • At lofta við nógvum bóltum, men bert hava ein í hondini í senn.
  • At fáa javnvág í arbeiðs- og heimalívi.
  • At vera skapandi.
  • At brúka egin tilfeingi og egnar føleikar í mun til arbeiði, útbúgving og heimalív.
  • At menna teg á tínari yrkisleið.
  • Coaching er ikki bara eitt amboð, men heldur ein tankagongd.

Hendan útbúgvingin er í tráð við øll tey skeið og eftirútbúgvingar, eg áður havi nomið mær, og meti eg, at hetta er tann stóra sloyfan um alt mítt fakliga blómutyssi.


SKRIVA TIL MÍN