Um meg

Hvør eri eg


Privat:

Eg eiti Bjørghild Djurhuus og eri 66 ár.Eg búgvi í Hoyvík saman við manni mínum Martin. Vit eiga 3 børn og 7 barnabørn.

Fakliga:

Eg eri útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur í 1982.

Sum sjúkrarøktarfrøðingur havi eg havt størv á fleiri ymiskum deildum á Landssjúkrahúsinum, skaðastovu, heiliráðdeild, oyrna-, nasa- og hálsdeild, barnadeild o.ø. Hetta hevur givið mær nógvar góðar og fjølbroyttar royndir.

Miskeiðis í 80-árinum fekk eg starv sum heimasjúkrarøktarfrøðingur, og var tað her, at mín áhugi innan primera økið birtist.

Í 1990 fór eg undir útbúgving til heilsufrøðing (heilsusystur), og tók eg prógv í 1991 í Keypmannahavn.

Í 1993-94 fekk eg starv sum verkætlanarleiðari hjá Tórshavnar Kommunu, í samband við Ung í arbeiði. Verkætlanin kallaðist Ungar mammur, hevur tú ein dreym? Hetta var ein sera spennandi og áhugaverd verkætlan, sum somuleiðis lærdi meg nógv um lívsins viðurskifti hjá ungum mammum.

Í oktober 1995 -i septembur 2017 heilsufrøðingur í Gigni.

Í august 2002 fór eg burturav at starvast sum skúlaheilsufrøðingur í Tórshavnar Kommunuskúla, og eri eg framvegis í starvi har. Mín arbeiðsdagur er fjøltáttaður, heilt frá ávísum bundnum uppgávum til aðrar spennandi og áhugaverdar avbjóðingar. Alt sum er skúlabarninum at frama, verkætlanir og annað.

Eftirútbúgvingar:

Sorg og traume – 2002

Tankafeltterapi - 2006

Grundskeið sum mediator (konfliktloysn) – 2007

Coach – Grow2 2009

Aðrar viðkomandi royndir:

Í eitt tíðarskeið uppá umleið 2 ár var eg ættleiðingarráðgevi hjá Ríkisumboðnum. Hetta starv innibar, at eg vitjaði familjur runt alt landið, sum annaðhvørt ætlaðu at ættleiða ella høvdu ættleitt eitt barn.

Í februar 2007, var eg so heppin at sleppa til Jakarta í Indonesia við eini verkætlan hjá Mercy Corps. Løgmansskrivstovan hevði í tøttum samstarvi við hesa amerikonsku hjálparfyritøkuna Mercy Corps tørv á einum fólki, sum skuldi veita kunning og ráðgeving í samband við bróstagevan. Í 6 vikur var eg saman við einum øðrum føroyingi við í hesi verkætlan, sum kallaðist Tú kanst gera mun.

Á várið 2010, var eg so heppin at sleppa aftur til Jakarta, hesaferð saman við einum starvsfelaga í 4 vikur. Tað var sera gevandi at uppliva og síggja, at stórar broytingar vóru framdar innan bróstageving.

Frá 2008 til 2012, luttók eg í útvarpssendingini Góðan morgun Føroyar við føstum tátti hvønn mikudag, íð kallaðist Spurningar til heilsufrøðingin. Hetta var ein stór avbjóðing fyri meg, nakað nýtt og somuleiðis gevandi og áhugavert.

Tú kann hoyra hesar sendingar á http://www.kringvarp.fo/gmf/

Í míni frítíð havi eg stóran áhuga í handarbeiði, serliga maskinbinding. Eg havi eisini tikið stig til og fyriskipa maskinbindihugna á hotellinum á Viðareiði nú í fleiri ár.


SKRIVA TIL MÍN